Kobe Bryant vann ein Oscar

Kobe Bryant vann ein Oscar
Kobe Bryant, ið er mest kendur fyri sum kurvabóltsspælari, vann í nátt eina Oscar-virðisløn
Kobe Bryant og Glen Keane eftir at hava funnið virðislønina fyri besta teknaða stuttfilm
Mynd: AFP  
 
05.03.2018 - 13:39

Hann er kendur sum ein av heimsins bestu kurvabóltsspælarum. Í nátt vann hana eina Oscar-virðisløn. 

Kobe Bryant, ið skrivaði handrit og framleiddi, og Glen Keane, ið teknaði filmin, vunnu í nátt virðislønina fyri besta teknaða stuttfilm við filminum Dear Basketball. 

Bryant vann NBA-endaspælið við Los Angeles Lakers fimm ferð, og hevur hann vunnið Olympisku leikirnar við amerikanska kurvabóltslandsliðnum tvær ferðir, áðrenn hann gavst at spæla kurvabólt í 2016. 

Nú kann hann eisini kalla Oscar-vinnara, og tað er kurvabóltsspælarin sera fegin um.

- Um eg skal vera heilt erligur, so kennist hetta betri enn at vinna NBA-meistaraskapið, segði Bryant.

Kurvabóltsspælarin er nú eisini einasti NBA-spælari, ið hevur vunnið eina Oscar-virðisløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392