Maersk skip í ljósum loga

Maersk skip í ljósum loga
Fýra av manningini á Maersk Honam eru ikki komnir afturíaftur eftir ógvusligan eldsbruna umborð
Maersk Honam í ljósum loga í Arabiska Havinum. Myndin er tikin frá indisku sjóverjuni, sum er við í bjargingararbeiðinum
 
07.03.2018 - 07:01

Ógvusligur eldsbruni er umborð á einum bingjuskipi hjá Maersk, sum er á veg úr Singapore til Suez. Eldur kom í skipið seinnapartin í gjár, okkara tíð.

Maersk Line boðar í morgun frá, at 23 av manningini umborð á Maersk Honam eru fluttir av skipinum, men fýra av manningini eru higartil ikki komnir afturíaftur.

Støðan er álvarslig, og Maersk Honam stendur framvegis í ljósum loga.

13 av manningini koma úr India, níggju av Filipsoyggjunum, tveir úr Thailandi, og hinir tríggir eru úr Rumenia, Suðurafrika og Stórabretlandi.

Bingjuskipini MSC Lauren, Edith Maersk og Gerd Maersk hava sett kós móti Mærsk Honam fyri at vera við í bjargingararbeiðnum. Sambært tíðindaskrivi frá Maersk Line eru skipini frammi nú í morgun.

Maersk Honam liggur í Arabiska havinum, okkurt um 900 fjórðingar í ein landsynning úr Salalah í Oman.

Skipið er spildurnýtt, bygt í 2017. Umborð eru 7860 bingjur.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210