ST skal krevja vápnahvíld í Sýria

ST skal krevja vápnahvíld í Sýria
Tað segði amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, á fundi í ST-trygdarráðnum í gjár. Hon heitir á ST at krevja vápnahvíld í Ghouta og Damaskus
 
13.03.2018 - 10:42

ST skal krevja vápnahvíld í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus og býarpartinum Ghouta, sum uppreistardeildir hava valdið á. Tað segði amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, á fundi í ST-trygdarráðnum í gjár.

USA hevur skotið upp, at bardagarnir steðga í stundini, og heita á ST-aðalskrivarin, Antonio Guiterrez, um at koma við uppskoti um, hvussu vápnahvíldin kann setast í verk.

Samstundis ávaraði Nikki Haley um, at USA fer sjálvt at taka stig í málinum.

Seinast USA gekk egnar leiðir, var í apríl í fjør, tá amerikansk stríðsflogfør skutu rakettir eftir einari sýriskari støð, eftir at sýriskar stjórnardeildir høvdu lopið á við eiturevnavápnum.

24. februar samtykti ST-trygdarráðið einmælt vápnahvíld, men samtyktin gjørdi ongan mun.

Russland, sum er í parti við sýrisku stjórnini, segði, at trygdarráðið hevði onga heimild at krevja vápnahvíld uttan fyrst at hava gjørt avtalu við stríðandi partarnar.

Umleið 1.000 fólk hava latið lív í Ghouta síðani 18. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439