Ídni takast niður

Ídni takast niður
Klaksvíkar býráð hevur eina ferð enn samtykt at taka niður bygningin hjá Ídni
 
27.03.2018 - 08:34

Klaksvíkar býráð hevur eina ferð enn samtykt at taka niður bygningin hjá Ídna, sum kommunan fyri meira enn 30 árum síðani  samtykti at ogna sær við tí endamáli at taka hann niður, so Stoksoyrarvegurin kundi breiðkast.

Ikki fyrr enn í 2006 keypti kommunan bygningin við niðurtøku fyri eyga. Seinni samtykti býráðið at skipa eitt øki longri niðri á økinum til at byggja eina høll. 

Men tann ætlanin um høllina datt seinni burtur.

Í 2014 kom umsókn frá Norðoya Bjargingarfelag um at fáa økið til at byggja ein bygning á. 

Í býráðnum var ikki semja í Havnar- og vinnunevndini um at taka Ídni niður. Í hesari setuni er málið aftur viðgjørt í býráðnum.

Og í síðstu viku samtykti býráðíð einmælt at taka bygningin niður og skipa eitt øki í matriklinum. Sambært hesum kann Stoksoyrarvegurin breiðkast sum ætlað.

Tað er mett at kosta 200.000 kr. at taka niður Ídni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129