Sambandsflokkurin ov konservativur til Magna

Sambandsflokkurin ov konservativur til Magna
Magni Laksáfoss, fyrrverandi næstformaður í Sambandsflokkinum, hevur tikið seg úr flokkinum
 
31.03.2018 - 12:32

Magni Laksáfoss hevur boðað Sambandsflokkinum frá, at hann tekur seg úr flokkinum.

Orsøkin er, at Sambandsflokkurin er ov afturhaldssinnaður (konservativur), sigur Mangi Laksáfoss.

Magni Laksáfoss var næstformaður í Sambandsflokkinum til 10. mars 2018, tá flokkurin heldur valdi Helga Abrahamsen sum næstformann.

Hetta er tó ikki beinleiðis orsøkin til, at Magni Laksáfoss fer úr Sambandsflokkinum, sigur Magni Laksáfoss við Kringvarpið.

- Mann vil vera ein konservativur flokkur. Og nú hevur flokkurin bæði ein formann og ein næstformann, sum vilja tað sama, sigur Magni Laksáfoss.

Magni Laksáfoss hevur onga støðu tikið til, um hann fer í nakran annan flokk. Hann vil heldur ikki siga, um hann nú verður partur av samgonguni ella ikki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203