Poul Michelsen er illur um samgonguna

Poul Michelsen er illur um samgonguna
- Heldur hetta arbeiðslagið fram, hevur samgongan ongan livandi møguleika at halda fram, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður og løgtingslimur
 
05.04.2018 - 15:41

- Tað ber ikki til, at samgongufólk í sjálvdrátti saman við andstøðuni, nærum dagliga koma við nýggjum ætlanum um at bora tunlar. Heldur hetta arbeiðslagið fram, hevur samgongan ongan livandi møguleika at halda fram.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður og formaður í Framsókn, í samrøðu við in.fo.

Ávarar javnaðarflokkin

Poul Michelsen útgreinar síni sjónarmið á Rás2, har hann serliga leggur eftir Javnaðarflokkinum, har løgtingslimir hvør í sínum lagi fara í part við andstøðuni um ymsar, alternativar tunnilsætlanir, sum samgongan als ikki er samd um.

- Í løtuni tykist sum um Javnaðarflokkurin koyrir í fýra-fimm ymiskar rætningar, sum ikki eru í tráð við avtalurnar í samgonguni, sigur Poul Michelsen við Rás2.

Formaðurin í Framsókn ávarar rætt og slætt Javnaðarflokkin, at tekur hann ikki betri partar fyri seg, slitnar samgongan.

Garvillur politikkur

Í samrøðuni við in.fo vísir Poul Michelsen á, at í sambandi við fiskivinnunýskipanina mátti samgongan at kalla keypa sær stuðul frá tinglimum úr Javnaðarflokkinum, fyrst og fremst teimum úr Suðuroy. Úrslitið av tí var ein fiskivinnuskipan, har tað, ið kann kallast ein nýskipan, er á lægst hugsandi stigi.

Og nú í seinastuni eru tinglimir í Javnaðarflokkinum eisini farnir í part við andstøðuni um at gera tunlar ymsa staðni. Eitt nú eru bæði Heðin Mortensen og Kristin Michelsen við í einum uppskoti, saman við andstøðuni, um at knýta arbeiðið at gera ein nýggjan Fámjinstunnil upp í ætlanina at gera tann nýggja Hvalbiartunnilin. Og nú gloppar eisini Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hurðina fyri at framskunda tunlarnar Norður um Fjall. 

- Vit hava eina greiða avtalu í samgonguni um, hvar og nær vit skulu gera teir ymsu tunlarnar, og tann avtalan skal haldast. Skal hon broytast, skal tað vera samgongan, sum semist um tað, sigur Poul Michelsen við in.fo.

Á Rás2 dregur formaðurin í Framsókn soleiðis samanum stevið í samgonguni:

- Í løtuni sær út til, at alt er farið upp í ein garrvillan politikk um tunlar í allar endar og kantar. Tað finni eg meg simpulthen ikki í, tí vit hava hvørki rúm ella brúk fyri slíkum, sigur Poul Michelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067