Læraratrot í Grønlandi

Læraratrot í Grønlandi
Tørvur verður á 300 lærarum í Grønlandi um tíggu ár, upplýsir Doris J. Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, á einum valfundi
Doris J. Jensen er landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, sum nú rópa varskópa
Mynd: Leiff Josefsen // Sermitsiaq.ag  
 
09.04.2018 - 13:31

Doris J. Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, upplýsti á einum valfundi upp undir landstingsvalið 24. apríl, at tørvur verður á 300 lærarum í Grønlandi um tíggju ár. 

Hon segði, at tørvurin verður so stórur, tí læraraskúlin í Grønlandi hevur hert upptøkukrøvini. Tað merkir, at færri fáa læraraútbúgving, skrivar Sermitsiaq.

Landsstýriskvinnan í undirvísingarmálum heldur, at tað eigur at verða umhugsað, um krøvini at sleppa á læraraskúla skulu linkast.

Doris J. Jensen sigur, at hóast krøvini verða linkað, eigur dygdin í útbúgvingini at verða óbroytt. 

Hon sigur, at verður einki gjørt, verður tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi størri.

Í løtuni eru 246 ósett størv í fólkaskúlanum. 79 ósett størv verða røkt av lærarum, sum arbeiða yvirtímar.

167 fólk, sum ikki hava læraraútbúgving, undirvísa í grønlendska fólkaskúlanum.

Læraraskúlin ætlar at kanna kunnleikastigið hjá hjá lærarum, sum ikki hava útbúgving, og hvussu nógvir verða mettir at hava førleika at fara á læraraskúla. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815