Rættarmálið um drápsroynd er útsett

Rættarmálið um drápsroynd er útsett
Nevninatingið í Føroya rætti, har tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd, og sum eftir ætlan skuldi verða í næstu viku, er útsett til í juni
 
13.04.2018 - 08:23

Nevningating skal verða í sambandi hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.

Ákæruvaldið bað fyrr í ár um nýggja mentalkanning av báðum monnunum, sum eru 21 og 23 ára gamlir, men bara onnur kanningin er liðug, sigur Linda Hesselberg, ákæri.

Verji mótmælti

Rættarlæknaráðið væntar, at í hvussu er ein mánaði gongur, til kanningin er klár. Linda Hesselberg sigur, at ymsar orsøkir eru til seinkingina, men hon vil ikki hvørjar.

Fundur var í rættinum í gjár um støðuna, og ákæruvaldið og rætturin vórðu samd um, at málið kann ikki førast í rættinum uttan mentalkanningina.

Verjin hjá tí manninum, har mentalkanningin er komin, mótmælti, men rætturin avgjørdi at fylgja tilmælinum frá ákæruvaldinum og útseta málið.

Grein 16 í revsilógini

Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir  eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónar sálarliga sjúkir nú ella tá hann framdi gerðina. 

Sambært grein 16 kunnu slíkir persónar, sum meginregla, ikki verða dømdir í fongsul, men verða dømdir í sálarliga viðgerð. 

Útsett til í juni

Hetta er triðju ferð, at revsimálið er útsett. Fyrstu ferð, skuldi málið koma fyri í februar í ár, síðani varð tað flutt til at byrja mánadagin í næstu viku, og nú er tað flutt til í juni. Sostatt er málið meira enn eitt ára gamalt, tá tað kemur fyri í rættinum.

Linda Hesselberg harmast støðuna, tí teir 12 persónarnir í nevningatinginum og 15 vitni er kallað inn í sambandi við málið. 

Fyrsti fundur í nevningatinginum er nú ásettur til at verða 6. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365