Siglingarferðin tætt við land avmarkað

Siglingarferðin tætt við land avmarkað
Í gjár kom kunngerð í gildi, sum setir forboð móti at sigla skjótt og hava gang við Ramsaroyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.
Forboðið er komið, tí stórur vandi er fyri, at siglingin kann órógva fuglalívið. 
 
16.04.2018 - 10:15

Hetta til og við 31. august eiga skip og bátar, sum eru nærri enn 500 metrar úr landi í Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy, ikki at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman.

Forboðið er komið, tí stórur vandi er fyri, at siglingin kann órógva fuglalívið. 

Forboðið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip og bátar í fastari rutusigling til hesar tríggjar oyggjar.

Men tey skulu tó í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi.

Óneyðugur gangur, so sum harður tónleikur og sigling við vatnskutarum, er eisini forboðin frá 15. apríl til 31. august.

Í kunngerðini, sum kom í fjør, eru myndir, sum vísa økini, har ikki er loyvt at sigla skjótari enn átta fjórðingar.

Nólsoy, Skúvoy og Mykines eru góðkendar í 2012 at vera Ramsaroyggjar, tí har skulu fuglabjørg, lendi og annað, sum hava týdning fyri ávísar fuglastovnar, verjast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025