Ternan longri á beding

Ternan longri á beding
Ternan verður ikki liðug á beding til tíðina, og fer hon ikki aftur í sigling fyri enn 3. mai. Tað skrivar Strandferðslan
 
19.04.2018 - 08:31

Strandfaraskipið Ternan verður eitt sindur longri á beding enn ætlað.

Ternan er framvegis á beding. Ætlanin var, at Ternan skuldi fara í sigling aftur 21. apríl, tað er leygardagin.

Men síðani Ternan fór á beding, eru sýnsmenn, sum hava kannað ein av tangunum, komnir til ta niðurstøðu, at neyðugt er at skifta nakað av stáli aftarlaga í skipinum, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Av tí at arbeiðið, sum nú skal gerast afturat, er tíðarkrevjandi, verður Ternan ikki liðug á beding til tíðina.

Sostatt fer Ternan væntandi ikki aftur í sigling á Nólsoyarleiðini fyri enn 3. mai, sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Í tíðarskeiðinum 1. til 3. mai fer Sildberin at røkja Nólsoyarleiðina, og Sam fer at sigla farmatúrar týsdag og hósdag.

Ternan fór á beding 3. apríl, og síðani hevur Jósup røkt Nólsoyarleiðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634