Flyta læknaviðtalur á Smyrilsveg

Flyta læknaviðtalur á Smyrilsveg
Seks kommunulæknar skulu vera á Smyrilsvegi í Havn, og givist verður við læknaviðtalunum á Frúutrøð og í Berjabrekku, har fýra kommunulæknar eru nú
 
24.04.2018 - 12:06

Harumframt hevur Heilsutrygd biðið kommununa um at veita høli til tríggjar kliniskar dietistar. 

Heilsutrygd hevur eisini biðið um, at smábarnavirksemið hjá Gigni fær høli frá kommununi. 

Býráðið í Havn ætlar at leiga Smyrilsveg 20 frá P/f Betri fyri slakar 246.000 krónur um mánaðin í 15 ár. Talan er um 2.680 fermetrar.

Eitt fyribils uppskot um innrætting og skipan í bygninginum við Smyrilsveg til kommunulæknaviðtalur, høli til klinisku dietistarnar og til heilsufrøðingarnar hjá Gigni er gjørt. 

Býráðið fer at viðgera málið í kvøld.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558