Avmarka atgongdina hjá ferðafólki í Venesia

Avmarka atgongdina hjá ferðafólki í Venesia
Býráðið í Venesia hevur sett upp slúsur fyri at avmarka atgongdina til vælumtókta býin. Tað skal forða fyri, at tað verður so trongligt í býnum
Portur eru sett upp í gøtunum í Venesia, sum skulu avmarka atgongdina til býin og forða fyri, at tað verður ov trongligt í býnum
Mynd: Riccardo Gregolin/ANSA via AP  
 
30.04.2018 - 08:50

Borgarstjórin í Venesia, Luigi Brugnaro, stúrir fyri, at støðan verður hin sama sum á páskum, tá býurin var fullur av ferðafólkum. Í gøtunum var ikki frammikomandi fyri fólki, og í siglingarveitunum var heldur einki pláss.

Og tað er fallið fleiri íbúgvum í býnum fyri bróstið, og tey krevja, at okkurt verður gjørt í stundini.

Avmarka ferðafólk

Býráðið hevur, sum eina roynd hetta vikuskiftið og fram til í morgin, sett upp portur við bussfarsstøðirnar Piazzale Roma og Santa Lucia, so til ber eftir tørvi at avmarka talið av fólkum inn í býum.

Talið av ferðafólkum er eisini avmarkað. Kendastu ferðafólkamálini í býnum, Markusplássið og Rialto-brúgvin, og skjótastu farleiðirnar hagar eru bara til íbúgvarnar og til tey, sum hava "Carta Venezia".

Nógvir íbúgvar fegnast um avmarkingina, men stúra samstundis fyri avleiðingunum, tí býurin livir av ferðavinnuni.

Mótmæla ætlaninum

Men ikki allir íbúgvar í Venesia taka undir við nýggja tiltakinum.

Í gjár lupu 30 mótmælisfólk á portrini við buss-farstøðina við Piazzale-plássið í býnum.

- Hetta er okkara býur og ikki býurin hjá borgarstjóranum, løgregluni ella ferðafólkunum, segði eitt av mótmælisfólkunum í sjónbandaupptøku, sum varð almannakunngjørd á sosialu miðlunum.

Ferðavinnan ávirkar

25 milliónir ferðafólk vitja býin um árið. Men samstundis sum ferðafólkiðtalið veksur, fækkast tey, sum búgva fast í býnum.

Seinastu árini hevur kjak eisini verið um ferðamannaskipini, sum vitja býin, har túsundtals ferðafólk streyma inn í miðbýin og vitja kendu støðini í senn.

Tí er avmarking sett fyri, hvussu nógv ferðamannaskip kunnu koma til býin um dagin, og størstu skipini sleppa ikki longur at sigla heilt inn til býin.

Í fjør vóru reglur settar í verk um almennan atburð. Nú er ikki loyvt at vitja kend støð í svimjiklæðum, at svimja í siglingarveitunum, at steðga ov leingi á brúgvunum, at súkkla í býnum og at tveita rusk á gøtuna. 

Brot á reglurnar kostar upp í 5.000 krónur í bót.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985