Fíggjarmálaráðið fekk viðhald

Fíggjarmálaráðið fekk viðhald
Semingsstovnurin kemur nú upp í samráðingarnar millum Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.
 
09.05.2018 - 08:30

Tað hevur Fasti Gerðarættur gjørt av. 

Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at lógin um seming er galdandi fyri kommunulæknarnar, hóast teir royndu at grundgeva fyri, at sum sjálvstøðugir vinnurekandi, so vóru teir ikki fevndir av lógini um seming.

Men tað eru teir, staðfestir Fasti Gerðarættur. Gerðarrætturin skrivar soleiðis í sínum úrskurði:

- Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir semjing viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar.

Marius Dam formaður í kommunulæknafelagnum sigur m.a. soleiðis um støðuna, sum nú er galdandi.

- Vit hava sagt, at vit góðtóku at Gerðarrætturin kom við einari niðurstøðu, og tað merkir so, at teir hava rætt til at útseta eitt møguligt verkfall í sjey dagar, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum, Marjus Dam.

- Tað at Semingsstovnurin so kemur upp í nú, tað merkir, at teir skula royna at gera eina semju millum partarnar, sum tað ikki hevur eydnast at fingið í langa tíð. Eg ynski teimum góða eydnu við tí, segði Marjus Dam millum annað við útvarpið í morgun. 

Semingsstovnurin kann útseta verkfallið í sjey dagar. Tað merkir, at verkfallið í fyrstu atløgu verður um sjey dagar.

- Vit hava sagt, hvat vit vilja gera, um vit ikki hava ein sáttmála, sigur Marjus Dam um støðuna í løtuni og leggur afturat, at felagið bíðar eftir at hoyra frá Semingsstovninum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391