Hydra í EM-finalu

Hydra í EM-finalu
Team Hydra frá Ljósinum luttaka í dag í EM-finaluni í estetiskum fimleiki, sum er í Tallinn í Eysturíki
Team Hydra til kapping í Eysturríki í apríl
Mynd: Team Hydra // Instagram  
 
13.05.2018 - 09:47

Team Hydra hjá Ljósinum luttaka í dag í EM-finaluni í estetiskum fimleiki, sum er í Tallinn í Estlandi. 

Í undankappingini í gjár hevði Hydra eina stak góða framførslu, sum gav teimum 14,55 stig, og var hetta nóg mikið til eitt pláss í finaluni í dag, og tað fegnast tær um. 

Eyð Strøm, venjari hjá Hydra, sigur, at hóast tær vunnu sær eitt finalupláss í gjár, so kann framførslan betrast eitt sindur til finaluna í dag. 

Kvinnurnar hava vant hart, og vit fara eftir 15 stigum í dag, sigur Eyð Strøm. 

Finalan byrjar klokkan 11.30 føroyska tíð.

Hevur tú hug at fylgja við, so verður finalan stroymt beinleiðis á Livestream.com

Dagført:

Team Hydra endaði sum nummar 11 av 12 liðum í finaluni. Sambært venjaranum Eyð Strøm, gekk framførslan í finaluni ikki heilt sum ætlað, men finaluplássið var eitt mál í sjálvum sær, og kappingin er á einum sera høgum støði, so kvinnurnar eru sera fegnar um úrslitið, sigur Eyð Strøm.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647

Meira um sama evni