Yvirgangsatsókn í París

Yvirgangsatsókn í París
Ein 29 ára gamal maður doyði og fýra fingu løstir, tá ein maður í gjárkvøldið leyp á fólk á gøtuni í París, og stak tey við einum knívi. 
Mynd: dr.dk  
 
13.05.2018 - 13:27

Ein 29 ára gamal maður doyði og fýra fingu løstir, tá ein maður í gjárkvøldið leyp á fólk á gøtuni í París, og stak tey við einum knívi. 

Tað skrivar Ritzau.

Áðrenn maðurin leyp á fólkini, rópti hann "allahu akbar", og málið verður kannað sum yvirgangur, boðar franska løgregglan frá. 

Álopini fóru fram í økinum millum operuna í París og Louvre, har nógvar matstovur, ølstovur og náttarlív er. 

Franska løgreglan royndi fyrst at berja mannin niður við einum elpistóli, men tá hetta ikki riggaði, skeyt løgregglan mannin. 

Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, rósar løgregluni fyri handfaringini, og sigur, at Frakland aftur hevur betalt ein høgan prís, men ikki vil lata seg kúga av fíggindum av frælsinum. 

IS hevur tikið ábyrgdina av álopinum, og franska løgreglan hevur boðað frá, at gerningsmaðurin er føddur í 1997 og er ættaður úr Tjetjenia.

Frakland hevur síðani 2015 verið í høgstu tilbúgving aftaná eina røð av álopum, har yvir 240 hava latið lív. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391