Visitasjónsnevndin takast av

Visitasjónsnevndin takast av
Visitasjónsnevndin í sjúkrahúsverkinum verður nú tikin av eftir uppskoti frá nevndini sjálvari.
 
14.05.2018 - 08:20

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur gjørt uppskot um at broyta sjúkrahúslógina, sum er sent til hoyringar.

Sirið Stenberg sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at soleiðis sum skipanin hevur ment seg, verða flestu uppgávur, sum visitasjónsnevndin skuldi loysa fyri politiska myndugleikan, nú loystar minst líka væl ella betur av sjúkrahúsverkinum sjálvum.

Visitasjónsnevndin varð í síni tíð skipað við tí endamáli at fáa betri stýring á útreiðslunum til serviðgerð uttanlands.

Frammanundan kundu allir yvirlæknar í sjúkrahúsverkinum gera av at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark, og við loyvi frá landsstýrismanninum kundu yvirlæknar eisini senda sjúklingar til viðgerðar í øðrum londum enn Danmark.

Í 2011 varð Uttanlandstænastan skipað sum ein stápseind á Landssjúkrahúsinbum. Uppgávan hjá Uttanlandstænastuni fevnir um at samskipa sjúklingaferðir og sjúklingatilgongdir uttanlands.

Í 2013 varð fíggjarliga ábyrgdin av játtanini til serviðgerð uttanlands flutt til sjúkrahúsini. Endamálið við broytingini var at fáa ávísingarrættin og fíggjarligu ábyrgdina at verða tættari hvørjum øðrum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur, at uppgávurnar, sum visitasjónsnevndin varð skipað til at loysa, nú verða loystar av sjúkrahúsverkinum sjálvum, og tí hevur visitasjónsnevndin sjálv mælt landsstýriskvinnuni til formliga at taka nevndina av.

Tað verður so gjørt við uppskotinum, sum nú er sent til hoyringar.

Hoyringarfreistin er 15. juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709