- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú ber til at útbúgva seg til KT-supportara í Føroyum
Nú ber til at útbúgva seg til KT-supportara í Føroyum
Seks næmingar eru byrjaðir á nýggju KT-supportaraútbúgvingini á Miðnámi á Kambsdali. Hetta er fyrstu ferð, at skúlaparturin av útbúgvingini verður boðin út í Føroyum.
03.11.2026 - 19:25
Í dag byrjaðu seks næmingar á nýggju útbúgvingini sum KT-supportari á Miðnámi á Kambsdali.
Útbúgvingin tekur tvey og eitt hálvt ár og er skipað við bæði skúlagongd og verkligari læru á einum arbeiðsplássi.
Næmingarnir skulu millum annað læra um teldur, KT-trygd og hvussu teir kunnu hjálpa brúkarum og loysa ymiskar tøkniligar trupulleikar.
Higartil hava føroyingar verið noyddir at fara til Danmark at taka skúlapartin av útbúgvingini, men nú ber til at taka hann í Føroyum.
Við nýggju útbúgvingini er ætlanin at gera tað lættari at útbúgva KT-supportarar til føroyska arbeiðsmarknaðin, har tørvur er á fólki við KT-førleikum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























