Nýggi stjórin minni í løn

Nýggi stjórin minni í løn
Arbeiðsupgávurnar hjá nýggja stjóranum í Vága Floghavn eru tær somu sum hjá undanfarna stjóranum, og kortini fær hon 30.000 krónur minni
Gudny Langgard tók við í starvinum sum stjóri á Vága Floghavn tann 1. mai í ár.
 
23.05.2018 - 08:16

Arbeiðsupgávurnar hjá nýggja stjóranum í Vága Floghavn, Gudny Langgaard, eru tær somu sum hjá undanfarna stjóranum, Jákup Sverra Kass. Men kortini fær hon 30.000 krónur minni í løn um mánaðin, enn hann fekk.

Tað sigur Samferðslumálaráðið í svari til spurning frá Kringvarpinum um starvsinnihaldið hjá nýggja stjóranum.

Samferðslumálaráðið sigur, at starvsinnihaldið hjá nýggja stjóranum er tað sama sum hjá undanfarna stjóranum. Tað vil siga, at nýggi stjórin fær ikki minni at gera, fyri tí um lønin er lækkað við 30.000 krónum.

Samferðslumálaráðið sigur, at tað er nevndin í Vága Floghavn, sum hevur ásett lønina hjá nýggja stjóranum. Men landsstýrismaðurin hevur á fundum fyri nevndina í Vága Floghavn fleiri ferðir gjørt vart við, at samsýningarnar hjá stjórum í almennum partafeløgum generelt eru ov høgar, sigur Samferðslumálaráðið í svari til Kringvarpið.

Samferðslumálaráðið sigur seg ongi skjøl hava um samsýningina hjá stjóranum, tí landsstýrismaðurin kann ikki áleggja partafelagnum Vága Floghavn tænastuboð.

- Men landsstýrismaðurin fegnast um, at hansara sjónarmið hava vunnið frama í hesum sambandi, sigur Samferðslumálaráðið.

Jákup Sverri Kass fór frá sum stjóri í Vága Floghavn hálvan november í fjør, og Gudny Langgaard tók við sum stjóri 1. mai í ár.

Jákup Sverri Kass fekk hálvfemstúsund krónur, tá hann var stjóri, Gudny Langaard fær trýsstúsund krónur, nú hon er vorðin stjóri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815