Innstillaður til Norðurlendsku tónlistarvirðisløn

Innstillaður til Norðurlendsku tónlistarvirðisløn
Føroyski bólkurin Hamferð er innstillaður til norðurlendsku tónlistarvirðislønina í ár
Hamferð er innstillaður til Norðurlendsku tónlistarvirðislønina 2018.
Mynd: Hamferð  
 
01.06.2018 - 11:19

Føroyski bólkurin Hamferð er innstillaður til norðurlendsku tónlistarvirðislønina í ár. Tað varð kunngjørt í Bergen í gjár.

13 innstillingar eru í ár, Grønland og Áland eru eisini við. Virðislønin er 350.000 kr. 

Vinnarin verður kunngjørdur á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Oslo 30. oktober. 

Í mars kom triðja og nýggjasta fløgan hjá teimum "Támsins likam", og í tí sambandi var ein útseld útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum. 

Kringvarpið var við, og tú kanst síggja konsertina her.

Les meira um tónlistarvirðislønina her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. november
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
217165
Leygardag 28. november
Jambalaja - 281126
217152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. november
Andak
217173
Sunnudag 29. november
Spírabrak - barnamøti hjá Heimamissiónini
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129