Hava kært Tórshavnar kommunu

Hava kært Tórshavnar kommunu
Leiðsla og lærarar í Skúlanum á Argjahamri hava kært kommununa til Mentamálaráðið, tí tey eru misnøgd um staðsetingina av ungdómshúsinum í skúlanum
 
05.06.2018 - 11:16

Leiðsla og lærarar í Skúlanum á Argjahamri hava kært Tórshavnar kommunu til Mentamálaráðið, tí tey eru misnøgd um, at kommunan hevur gjørt av, at nýggja ungdómshúsið á Argjum skal halda til í Skúlanum á Argjahamri.

Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið.

Skúlastjórin finnist at

Leygarkvøldið var hátíðarhald á Argjum, tí nýggja ungdómshúsið skuldi takast í nýtslu. Ungdómshúsið skal vera í skúlanum á Argjahamri. Men tað vil skúlastjórin í Skúlanum á Argjahamri ikki góðtaka. Í kæru til Mentamálaráðið 31. mai, skrivar Marjum Holm, skúlastjóri:

"Skúlastjórin hevur boðað umsitingini í Tórshavnar Kommunu frá, at henda avgerð kommununar er ólóglig og ógildug  tí hon gongur í móti fólkaskúlalógini § 63 við tað, at kommunan ikki hevur fingið til vega ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans, áðrenn avgerðin varð tikin. Hóast kommunan er gjørd varug við hetta, heldur hon fast við at byrja tiltakið 2. juni.
 
Heitt verður tí á Mentamálaráðið og kommunala eftirlitið um at taka stig til, at tiltakið 2. juni verður avlýst, og at málið um at lata upp nýtt ungdómshús á Skúlanum á Argjahamri verður heimvíst til nýggja viðgerð í kommununu við atliti til at fáa til vega ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans áðrenn avgerð." 

Námfrøðiliga ráðið hevur eisini klagað

Eisini námsfrøðiliga ráðið, tað eru læraranir á skúlanum, hava sent klagu til Mentamálaráðið og biða eisini um, at kommunan steðgar arbeiðinum, meðan málið verður kannað. Eisini tey vísa á, at tey ikki eru hoyrd. 

Grein 63 í fólkaskúlalógini, sum skúlastjóri og námsfrøðiliga ráðið vísa til, sigur: 

"Nýtsla av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing eigur bert at vera í tann mun, tað er í sambæri við skúlans tørv. Avgerð hesum viðvíkjandi tekur kommunustýrið eftir at hava fingið ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans".

Kommunan lopin framav

31 mai., tað vil siga tveir dagar fyri, at ungdómsklubbin skal lata upp, sendir Tórshavnar kommuna málið til hoyringar hjá skúlanum.

Men sama dag skrivar skúlastjórin í telduposti til kommununa: "Hetta er hægsta summar- og próvtøkutíð. Skúlastýrið hevur havt sín seinasta fund og í komandi viku eru setanir av lærarum fyri. Lærarar eru upptiknir av próvtøku, seturskúlum o.ø, tað  er vónleyst í hesum tíðum at kalla inn til ein hoyringsfund."

Og eisini skrivar skúlastjórin: "Tíverri er einasta orsøk til skund, at kommunan er lopin framav og hevur sett í verk eitt ungdómstiltak, uttan at formliga er farið fram, og at man nú roynir at lappa upp á hesa avgerð."

Ikki hægsta summarferiutíð

Trivnaðarstjórin í Tórshavnar kommunu sigur í svari til skúlastjóran á Argjahamri 2. juni: "Talan er ikki um hægstu summarferiutíð, og skúlans leiðsla hevur, hóast próvtøkur, allar møgulleikar at savna lærarnar og skúlastýrið til endamálið."

Eisini skrivar Trivnaðarstjórin: "Vil skúlin ikki taka av hoyringarmøguleikanum, so má kommunan taka til eftirtektar og skipar so tilboðið í teim hølum og eftir tí virksemisætlan, so sum ætlanin fyriliggur nú."

Marjun Holm, skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri, vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205