Afturlatin uppboðssøla í dag

bannari
Afturlatin uppboðssøla í dag
Á middegi er evsta mark at bjóða uppá rættindi at fiska góð 39.000 tons av svartkjafti.
 
06.06.2018 - 07:39

Hesaferð verður svartkjafturin seldur á sonevndari "afturlatnari" uppboðssølu. Á afturlatnari uppboðsølu vita tey, sum bjóða uppá veiðirættindi, ikki, hvat onnur bjóða.

Tey, ið bjóða, skulu upplýsa, hvussu stóra nøgd tey bjóða uppá, og fyri hvønn prís. Innkomnu boðini verða raðfest við hægsta eindarprísi fremst, og síðani lækkandi til eingin nøgd er eftir.

Lægsta boðið, sum sleppur upp í part, ásetir síðani prísin, ið øll skulu gjalda. 

Fyri fyrstu ferð verður talan um at selja eitt árs rættindi, trý ára rættindi og eisini átta ára rættindi at fiska svartkjaft.

Í dag verða seld tilsamans 18.169 tons av svartkjafti sum eitt árs rættindi. Eisini verða seld 7.000 tons av svartkjafti sum trý ára rættindi og 14.000 tons av svartkjafti sum átta ára rættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342