Onnur afturlatna uppboðssølan avgreidd

bannari
Onnur afturlatna uppboðssølan avgreidd
Á afturlatni uppboðssølu vórðu í dag seld 1, 3 og 8 ára rættindi at veiða botnfisk í Svalbard, Norra og Russlandi.
 
13.06.2018 - 17:05

Seld vóru fyri umleið 11 milliónir krónur á uppboðssøluni at veiða botnfisk við Svaldbard, í Norra og Russlandi.

J.F.K. Trol, Framherji, Enniberg og Thor Fisheries keyptu øll rættindini, sum vóru ársrættindi, 3 ára rættindi og 8 ára rættindi.

Ársrættindi at veiða botnfisk í norskum sjógvi fóru fyri 3,10 krónur. Ársrættindi í Russlandi fyri 1,82 og ársrættindi fyri at veiða botnfisk við Svaldbard fóru fyri 1,83 krónur.

3 ára rættindini í Russlandi kostaðu 3,20 krónur, og 8 ára rættindini bæði í Norra og Russlandi fóru fyri 3,20 krónur.

J.F.K. Trol keypti mest rættindi á afturlatnu uppboðssøluni í dag. Felagið keypti fyri næstan fimm milliónir.

Yvirlit yvir vinnandi boð kunnu síggjast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115