Eitt ár síðani flóðalda rakti Uummannaq

Eitt ár síðani flóðalda rakti Uummannaq
Í dag er eitt ár síðani størstu nátúruvanlukku í Grønlandi nakrantíð
 
17.06.2018 - 09:56

Í dag er eitt ár síðan, at ein stór flóðalda rakti Uummannaq í Grønlandi. Fýra fólk doyðu í hendingini og 174 gjørdust heimleys

Í Uummmannaq verður skipað fyri minningarhaldum allan dagin. Millum annað verður minningarguðstænasta í kirkjuni í Uuummannaq klokkan 10 lokala tíð. Tað skrivar KNR.

Aftaná verður ein minnisskrúðgonga til teir báðar kirkjugarðarnar í økinum, har kransur verður lagdur við minnismerkið yvir tey fýra, sum doyðu í flóðalduni í bygdini Nuugaatsiaq.

Landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen og landsstýrismaðurin fyri samferðslu og bústaðir, Simon Simonsen, luttaka eisini á minningardegnum í Uummannaq.

Flóðaldan í Uummannaq økinum er ein tann størsta nátúruvanlukkan í Grønlandi nakrantíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938