Trump og Putin ætla at hittast aftur

Trump og Putin ætla at hittast aftur
Donald Trump, forseti, hevur ætlanir um at hava fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, næstað mánað.
 
28.06.2018 - 09:03

The New York Times skrivar, at teir báðir eftir ætlan skulu hittast tveireinir.

Fundurin, sum verður í sama umfari, sum Trump annars skal á NATO-toppfund í Evropa, verður tann fyrstu formligi fundurin teirra millum, hóast teir báðir hava hitst tvær ferðir fyrr í øðrum sambondum. 

At Donald Trump nú skal tingast við Vladimir Putin er umstrítt evni, tí stór serlig kanning fer fram í USA av sambondunum, sum Trump og hansara fólk hava havt við Russland.

Men embætisfólk siga við The New York Times, at forsetin hevur gjørt greitt, at tað hevur stóran týdning fyri seg at fáa fund í lag við Putin.

Í gjár var nationali trygdarráðgevin hjá Donald Trump, John Bolton í Moskva, har hann hitti Putin. Bolton segði í gjár, at tíð og stað fyri fundin millum amerikanska og russiska forsetan verða kunngjørd í dag.

Russiski stats-miðilin, RT, endurgevur John Bolton fyri at hava sagt, at mong ymiskt evni verða á skrá fyri fundin við Vladimir Putin, sum amerikanski forsetin hevur ynskt at fáa í lag. Millum annað skulu forsetarnir tosa um at fáa Russland upp í aftur G8, sum hevur itið G7, síðani Russland var útihýst, eftir innlimanina av Krim-hálvoynni og hernaðarliga virksemið í eystur-ukraina.

Tá G7-londini skuldu hittast í Kanada herfyri, segði Donald Trump, forseti, at hann vil hava, at Russland kemur upp í samstarvið aftur. 

Tað ljóðar, at fundurin millum Vladimir Putin og Donald Trump verður í Helsinki í Finnlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751