Skipasmiðjan ger bústaðir á Skála til starsvfólk

Skipasmiðjan ger bústaðir á Skála til starsvfólk
Mest hevur fingið byggiloyvi til 48 búpláss á Skála
Skipasmiðjan Mest fer at innflyta bústaðir til starvsfólk á Skála.
 
04.07.2018 - 12:36

Partafelagið Mest hevur fingið byggiloyvi til 48 búpláss á Skála. 

Skipasmiðjan Mest søkti um byggiloyvi til at seta upp búeindir við sjóvarmálan sunnan fyri vegin, sum eitur Bryggjan, á Skála.

Á fundi í síðstu viku samtykti býráðið í Runavík at geva byggiloyvið, og Mest hevur fingið loyvið í dag.

Mest ætlar at innflyta bústaðir og seta teir upp á Skála til starvsfólk hjá skipasmiðjuni og útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða hjá Mest, millum annað undirveitarar. 

Sum skjótast

Mouritz Mohr, stjóri á Mest, sigur, at ætlanin er sum skjótast at seta upp búplássini. 

Tey skulu setast upp á teimum 600 fermetrunum, sum skulu leigast frá Runavíkar kommunu.

Um eitt ár kemur skrokkurin til havrannsóknarskipið til Føroya. Skipið skal síðani gerast liðugt á Skála.

Skrokkurin verður bygdur í Litava.   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776