Fullkomið roykibann í donskum fólkaskúlum

Fullkomið roykibann í donskum fólkaskúlum
Barna- og ungdómsborgarstjórin í Keypmannahavn, Jesper Christensen, vil seta fullkomið bann móti royking í danska fólkaskúlanum.
 
13.07.2018 - 11:00

Danska blaðið, Politiken, skrivar, at uppskotið um fullkomið roykibann í danska fólkaskúlanum verður viðgjørt politiskt í næsta mánað. 

Bannið merkir, at næmingar í 68 fólka- og serskúlum ikki kunnu festa sær í í skúlatíðini - heldur ikki uttanfyri skúlaøkið.

Harafturat ætlar danska stjórnin at tvífalda revsingina til handlar, sum selja ungum, sum eru yngri enn 18 ár, sigarettir. 

Fyrsta bótin verður 10.000 krónur, meðan bótin verður 20.000 og 40.000 aðru og triðju ferð, at handilin selur ungum yngri enn 18 ár sigarettir.

Stjórnin kannar eisini, um til ber at taka loyvi at selja sigarettir frá handlum, sum bróta hesa lóg, skrivar dr.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723