Halda seg hava funnið kelduna til nervaeiturið

Halda seg hava funnið kelduna til nervaeiturið
Bretska yvirgangsløgreglan segði í gjár, at tey halda seg hava funnið kelduna til nervaeiturið, sum kostaði eini kvinnu lívið í Onglandi herfyri
 
14.07.2018 - 10:54

- Mikudagin løgdu vit hald á eina lítla fløsku undir eini rannsakan í Amesbury, segði løgreglan í eini fráboðan.

Vísindafólk hava staðfest, at tað, sum hevði verið í hesi fløskuni, var nervaeiturið, novichok

Fleiri royndir verða nú tiknar fyri at fáa staðfest, um evnið er neyvt tað sama, sum eitraði fyrrverandi russiska njósnaran og dóttir hansara í Sallisbury í mars.

- Hetta er eitt týðandi og positivt stig í kanningunum, men vit kunnu ikki veita vissu fyri, at  einki meira er av evninum, sigur Neil Basu, leiðari fyri anti-yvirgangsløgregluna við Reuters.

Bretland og tess sameindu hava ákært Russland fyri atsóknina í mars.

Mosvka hevur avvíst ákærurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025