Føroysk ross verða nú skrásetast

Føroysk ross verða nú skrásetast
Felagið Føroysk Ross hevur keypt ein dátugrunn úr Íslandi, sum er gjørdur til at skráseta ross í
Føroysk ross kunnu nú skrásetast í nýggjan dátugrunn
Mynd: savn  
 
15.07.2018 - 10:26

Tað snýr seg til dømis um at skráseta aldur, kyn, litir, longd, hædd, forfedrar v.m. Tey føroysku Rossini eru nú 94 í tali, og tá ið tey øll eru skrásett verður kynbótaarbeiði nógv lættari og møguleikin fyri innannøring minni. Tað upplýsir felagið, sum í dag hátíðarheldur sín 40 ára stovningardag.

Um vikuskifti hevur Felagið Føroysk Ross vitjan av tveimum íslendingum, sum eru serkønir í at taka mát av rossum. Seinnapartin, frá kl. 14 til 18, skipar Felagið Føroysk Ross fyri almennum tiltaki á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har verður høvi at síggja, hvussu føroysku rossini verða mátað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520