Sigmund lagdur

Sigmund lagdur
Kvoturnar, sum reiðariini fáa næsta ár, eru ikki nóg stórar til trý skip, sigur Anfinnur Olsen, eigari.
Mynd: In.fo  
 
24.07.2018 - 10:13

Ein stór klassing, sum er fyri framman, tilmælið frá ICES um mest loyvda fiskiskapin eftir toski og hýsu næsta ár og kvotur í staðin fyri fiskidagar í 2019 gera, at línuskipið Sigmund verður lagt tann 1. oktober.

Manningin, 15 mans, er uppsøgd.

Partafelagið Framherji í Fuglafirði eigur felagið Regn, sum hevur línuskipini Stapan og Skøruna, og Eysturoy, sum eigur Eysturoying, Mascot og Sigmund.

Mascot er leigaður til royndarveiðu eftir krabba, Eysturoyingur hevur ligið í nógv ár, og 1. oktober verður Sigmund lagdur.

Kvoturnar, sum reiðariini fáa næsta ár, eru ikki nóg stórar til trý skip, sigur Anfinnur Olsen, eigari, og tí verður Sigmund lagdur.

Stapin og Skørin halda fram at fiska.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576