Kina svarar aftur

Kina svarar aftur
Haldilskríggið millum USA og Kina er kynt aftur
 
04.08.2018 - 09:38


Um USA av álvara fer at gera nakað við hóttanina um at økja tollsatsin á fleiri kinesiskar vørur, so gera vit tað sama. Soleiðis segði kinesiska stjórnin seinnapartin í gjár. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Kina hevur ætlanir um at seta toll á amerikanskar vørur fyri umleið 60 milliardir dollarar sum svar upp á toll-hóttanina hjá Donaldi Trump í vikuni. 

Ætlanin hjá amerikanska forsetanum hevur leingi verið at seta 10 % av tolli á fleiri kinesiskar vørur. Men í vikuni segði amerikanski forsetin, at hann umhugsar at økja tollsatsin upp í 25%. Tað svarar til áleið 200 milliardir dollarar.   

Tað er enn ikki greitt, um hóttanin hjá Trump verður veruleiki ella ikki, men nú hevur Kina svarað aftur - og sostatt er handilskríggið millum londini bæði als ikki kølnað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576