3.500 fólk til móttøkuna

bannari
3.500 fólk til móttøkuna
Landsverk sigur, at 3.500 fólk vóru til hátiðarløtuna í gjár, tó ikki øll í senn. Fólk komu og fóru, men 1.900 vóru inni, tá tey flestu vóru inni.
 
10.08.2018 - 14:02

Stórt hátíðarhald var á Glasi í samband við, at Landsverk formliga handaði Mentamálaráðnum nýggja, stásiliga miðnámsskúlan við Marknagil.

Landsverk sigur, at 3.500 fólk vóru til hátiðarløtuna í gjár, tó ikki øll í senn. Fólk komu og fóru, men 1.900 vóru inni, tá tey flestu vóru inni.

Nýggi miðnámsskúlin í Marknagili, Glasir, kostar 32.600 kr. fyri fermeturin, tá maskinur og innbúgv eru tald við. Tað upplýsti Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, í gjár. Kostnaðurin higartil fyri skúlan er 636,5 milliónir krónur.

Nógv fólk var í Glasi í gjár, tá Landsverk handaði Mentamálaráðnum bygningin, sum frá hósdegnum í næstu viku skal hýsa studentaskúlanum og HF-skeiðinum, sum vóru í Hoydølum, Tekniska skúla og Handilsskúlanum, sum frammanundan vóru í Vesturbýnum.

Miðnámsskúlarnir í Havnini eru allir í Glasi nú.

11 ár eru liðin, síðani danska fyritøkan BIG bleiv biðin um at tekna miðjuni, sum bant teir tríggjar skúlarnar í Glasi saman.

Seinni átók BIG sær at tekna allan bygningin, sum nú er 19.500 fermetrar. 

Seks ár eru síðani, tilboðini vórðu latin upp, og 15. apríl í 2013 setti Bjørn Kalsø, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, hakan í í Marknagili. 

Ewald Kjølbro segði í gjár, at 150 fólk hava arbeitt á byggiplássinum, 640 ársverk. Landsverk hevur havt sáttmálar við 31 arbeiðstakarar, 11 innbúgvsveitarar og sjey reingerðarfyritøkur.

Mentamálaráðið gav Glasi eina kantatu, sum systrarnar Lív Maria Róadóttir Jæger og Unn Paturson hava gjørt. Kórið Tarira sang kantatuna í Glasi í gjár.

Fyrsta skúladagur í Glasi verður hósdagin í næstu viku. Tá fæst at vita, hvussu Glasir rigga sum skúli. Har verða 1500 næmingar og 200 lærarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870