Ferðslan út í Mykineshólm fyribils steðgað

Ferðslan út í Mykineshólm fyribils steðgað
Hagastýrisformenninir saman við hiking.fo og Visit Faroe Islands boða nú frá, at ferðslan út í Mykineshólm verður fyribils steðgað.
 
10.08.2018 - 11:57

Orsakað av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum.

Tað stendur í tíðindaskrivi, sum Visit Faroe Islands, hiking.fo og hagastýrisformenninir í Mykines hava sent miðlunum fyrrapartin.

Gøtan ígjøgnum lundalandið úti í Lamba er so mikið illa farin, at mett verður, at tað ikki er ráðiligt hjá fólki at ganga har í løtuni, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

- Vøllurin er illa farin í støðum, og fyri at umganga, at hann fer verri, er neyðugt at steðga á og lata lendið fáa frið, sigur Bjarni Hansen, bóndi og hagastýrisformaður. 

Eingin sleppur út í Mykineshólm, so leingi sum gøtan er stongd.

Hagastýrisformennirnir og hiking.fo við Pól Sundsskarð, sum umsitur gjaldskipanina í oynni, hava tikið hesa avgerð í felag. Forboðið er sett í gildi í dag. Um umstøðurnar broytast, verður møgiliga latið upp aftur fyri ferðslu.

- Vit halda, tað er skilagott at lata økið fáa frið í eina tíð, og so taka vit støðu til, um man skal opna fyri ferðsluni aftur, tá ein tíð er fráliðin, sigur Pól Sundsskarð.

Enn ber tó til at fara aðrar túrar í oynni, stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961