Familjur hittast í Norðurkorea

Familjur hittast í Norðurkorea
Ein bólkur av eldri suðurkoreanarum er komin til Norðurkorea at hitta skyldfólk, sum tey ikki hava sæð síðani koreakríggið, sum var frá 1950-53.
Fleiri teirra, sum luttaka í sameiningini, eru sera gomul.
Mynd: BBC.com  
 
20.08.2018 - 08:50

Kríggið býtti koreansku hálvoynna í tvey, og familjur vórðu eisini skildar sundur, tí fólk, sum búðu norðan fyri markið, sluppu ikki at fara suðurum.

Slík tiltøk, at savna familjur, hava fyrr verið, men tann í dag er tann fyrsta, sum hevur verið seinastu trý árini. Eini hundrað fólk eru vald av hvørjum parti at vera við í sameiningini.

BBC skrivar, at suðurkoreanararnir eru blivnir valdir við lutakasti. Tann elsti er 101 ára gamal.

Ein 92-ára gomul kona sigur sambært AFP, at hon nú skal hitta son sín á fyrsta sinni, síðani kríggið endaði. Hon sigur, at hon misti sambandi við sonin, sum tá var fýra ára gamal, og við mann sín í ruðuleikanum, sum valdaði, tá hon royndi at flýggja.

- Eg kundi ikki ímynda mær, at hesin dagurin nakrantíð fór at koma. Eg visti ikki so frægt, at hann var á lívi, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425