Trump: Google villleiðir við leitiúrslitum

Trump: Google villleiðir við leitiúrslitum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur Google undir at villleiða leitiúrslitini, so neiligar søgur koma fyrst.
 
29.08.2018 - 16:18

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skuldsetur Google fyri at villleiða leitiúrslitini, og tí koma so nógvar neiligar søgur um forsetan á skíggjan, tá leitað verður á Google.

Trump skrivar á Twitter, at verða leitiorðini Trump News nýtt, eru 96 % av úrslitunum frá vinstrahallum miðlum.

- Við øðrum orðum villleiðir Google, so nærum øll tíðindi eru ring, skrivar Donald Trump.

Hann skrivar eisini, at serliga nógv tíðindi eru frá sjónvarpsmiðlinum, CNN.

- Google kúgar konservativu røddirnar og krógvar upplýsingar og tíðindi, sum eru jalig, sigur forsetin.

Donald Trump sigur einki um, hvør keldan er til hetta uppáhaldið. Men konservativi miðilin, PJ Media, kom til sama úrslit í eini greining fyri fáum døgum síðani.

PJ Media vil vera við, at 43 % av fyrstu 100 leitiúrslitunum vóru frá CNN, Washington Post ella NBC.

Einki leitiúrslit var frá PJ Media, sum styðjar Donald Trump. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655