Articon ársins virki

Articon ársins virki
Fyritøkan Articon var fyri løtu síðani kosins ársins virki í 2018. 
 
28.09.2018 - 18:19

Stjórin á Articon, Jón Sigurdsson, saman við fíggjarstjóranum og nevndarformanninum, Niclas Joensen, tóku í móti heiðrinum á Vinnudegnum, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum í Havn í dag. 

Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at velja júst Articon til Ársins Virki vóru m.a. dygdargóð verkætlanarstýring, null-hugsónin hjá Articon viðvíkjandi arbeiðs-skaðum og so tað, at fyritøkan virkar í einari vinnu við beinharðari kapping og har kostnaðarstøðið, serliga seinnu árini, hevur verið hækkandi. 

Hóast hetta hevur fyritøkan megnað at fingið eitt vaksandi avlop, sum hevur hækkað eginpeningin upp í 80 mió kr. Samstundis hevur avkastið eisini verið hækkandi, skrivar altso dómsnevndin í sínum grundgevingum. 

 

Ársins Átak
FAB LAB á Miðnámi í Kambsdali var fyrr í dag valt at vera ársins átak í 2018. Páll Isholm, rektari, og Jóannes Djurhuus, dagligur leiðari á FabLab, tóku móti heiðrinum.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386