Avloysaraferjan er samtykt

Avloysaraferjan er samtykt
Løgtingið hevur í dag samtykt at byggja eina avloysaraferju til Strandferðsluna.
 
05.10.2018 - 14:14

Løgtingið hevur endaliga samtykt við 3. viðgerð at byggja nýtt avloysaraskip til Strandferðsluna.

Talan er um eina tríkilju, sum fer at kosta 34 milliónir krónir.

Ferjan verður 27 metrar long, og er gjørd herdaðum glastrevjum. Ferðin er 28 míl sum tað mesta og 20 míl við ferðafólki. 

Báturin tekur 120 ferðafólk um summarið og um veturin 97 ferðafólk, tí at øll skulu sita inni.

Báturin tekur tríggjar persónbilar ella ein tungan bil og farm og olju. 

Tá atkvøtt varð við aðru 3.viðgerð í dag vóru 23 atkvøður fyri og ein ímóti.

Tingið hevði bæði 2. og 3. viðgerð av málinum í dag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542