Strandferðslan avlýsir fleiri túrar

Strandferðslan avlýsir fleiri túrar
Nú boðað verður frá illveðri fríggjakvøld og fríggjanátt ávirkar tað eisini samferðsluna. Tað eru Smyril og Teistin, sum avlýsa túrar.
 
12.10.2018 - 10:05

Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur við útvarpið, at talan er um tvær broytingar higartil. Tað eru Smyril og Teistin, sum avlýsa túrar. 

Teistin siglir síðsta túr úr Skopun klokkan 16.35. Síðsti túrur av Gomlurætt verður klokkan 17.20.

Eisini Smyril avlýsir túrar í kvøld. Smyril fer síðsta túrin úr Tórshavn eftir døgurða klokkan 13. 

- Hvussu tað verður á øðrum leiðum, er ikki endaliga avgjørt enn, sigur Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. 

Enn eru bussleiðirnar ikki ávirkaðar av vánaliga veðrinum, men tað kann væntast, at tað verða onkrar broytingar, sigur ferðslusamskiparin. 

Boðað verður eisini frá illveðri í nátt, og hann minkar ikki vindin fyrrenn í morgin tíðliga. 

- Soleiðis, sum tað sær út nú, so royna vit at halda okkum til ferðaætlanina í morgin, sigur Marin Gaardlykke. 

Broytingar verða lýstar á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392