Signhild Joensen vann gull í Fraklandi

Signhild Joensen vann gull í Fraklandi
Signhild Joensen hevur vunnið gullheiðursmerki í altjóða svimjikapping
 
21.10.2018 - 13:44

Signhild Joensen kom fyrst á mál í 100 metrar rygg finaluni í altjóða kapping í Saint-Dizier í Fraklandi.

Svimjarin úr Ægir vann gull við tíðini 1.02.15.

Signhild Joensen vann eisini bronsu í kappingini. Bronsuna vann hon í 200 metrar ryggsvimjing.

Ein annar svimjari úr Ægir vann eisini heiðursmerki.

Rebekka Trygvadóttir vann bronsu í 200 metar bringusvimjing við tíðini 2.43.58.

Magnus Jákupsson kom eisini á sigursskammilin. Hann vann silvur í 50 metrar rygg við tíðini 28.89 sekund.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890