Til Spania at mótmæla

Til Spania at mótmæla
Magni Arge og fleiri fólkatingslimir fara í vikuni til Spania at mótmæla, at fleiri katalanskir politikarar enn eru fongslaðir
Magni Arge hevur áður verið aktivur stuðul hjá katalansku loysingarrørsluni - her avmyndaður saman við Carles Puigdemont í fólkatinginum fyrr í ár
 
04.11.2018 - 21:14

Tað skrivar Magni Arge á facebook vanganum hjá sær. Hann skrivar m.a. "Í vikuni fara fleiri tingfólk suður til Katalonia at vitja fongslaðu tingfólkini. Sjálvur fari eg í ferðalag við Pelle Dragsted og Evu Flyvholm at vitja Carme Forcadell og Raul Romeva, sum ákærin eisini vil fongsla í 17 ár.

Við okkum hava tit eisini undirskriftir frá tingfólki úr øllum Norðurlondum, sum mótmæla sponsku handfaringina av politiskum mótstøðufólki."

Ákærurit

Orsøkin til norðurlendska mótmæli er, at spanski ákærin í gjár loksins legði fram ákæruritið móti nøkrum av teimum, sum skipaðu fyri fólkaatkvøðuni um loysing í spanska landslutinum Katalonia í 2017. Grundlógardómstólurin í Spania metti fólkaatkvøðuna at vera í stríð við sponsku grundlógina og fleiri av teimum, sum vóru við til at skipa fyri fólkaatkvøðuni hava varðhaldsfongslað líka síðani.

Atfinningar

Spanska stjórnin hevur verið fyri ógvusligum atfinningum fyri harðrendu atferðina móti bæði veljarum og katalansku loysingarpolitikarum á fólkaatkvøðuni. Katalansku politikararnir í varðhaldi eru m.a. ákærdir fyri at mæla fólki til uppreistur. Fær ákæruvaldið viðhald í ákæruni, kunnu einstakir av teimum ákærdu politikarunum fáa upp til 25 ára fongsulsrevsing.

Óhoyrt

"Tað er fullkomiliga óhoyrt at fara soleiðis við politiskum mótstøðufólki í Evropa og heilt óskiljandi, at vesturheimurin kollektivt letur eygu og oyru aftur fyri tílík grov brot á grundleggjandi demokratiskar reglur og mannarættindi.

Men soleiðis er støðan nú." skrivar Magni Arge, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424