Vilja seta bústaðarbanka á stovn

bannari
Vilja seta bústaðarbanka á stovn
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fram um at seta á stovn ein Bústaðarbanka, sum skal vera við til at loysa bústaðarkreppuna.
 
08.11.2018 - 09:40

Løgtingið skal í dag taka støðu til eitt uppskot frá Miðflokkinum um at seta á stovn ein Bústaðarbanka, hvørs endamál er at veita fígging til bústaðarbygging og bústaðarkeyp kring landið.

Endamálið er at víðka um fíggingaarútboðið á føroyska bústaðarmarknaðinum og at tálma prísvøksturin á bústaðarmarknaðinum.

Millum annað skal almenni bankin sleppa at veita serlig byrjanarlán til tey, ið keypa sín fyrsta bústað, og eitt útjaðaralán, sum kann verða við til at birta uppundir áhugan hjá fólki at keypa ognir í útjaðarøkjum í landinum.

Stovnsfæið í bankanum skal verða 500 milliónir krónur, ið skulu útvegast við at selja ognarlutin hjá Føroya Landsstýri í Bank Nordik.

Miðflokkurin sigur í viðmerkingum til uppskotið, at tað er trupult hjá bankum og fíggingarstovnum annars, at loysa bústaðarkreppuna, sum nógv í Føroyum eru í, og tí eigur tað almenna nú at traðka til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949