KAF kúvendi úr Fasta gerðarrættinum

bannari
KAF kúvendi úr Fasta gerðarrættinum
Áheitanin frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum var tikin aftur tveir tímar eftir, at Fasti gerðarrættur hevði fingið hana
Nevndin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. KAF avgjørdi at taka áheitanina á Fasta gerðarrættin aftur.
Mynd: KAF  
 
14.05.2024 - 14:22

Fasti gerðarrætturin skal kortini taka støðu til, um verkafólk hjá tí almenna hava loyvi til at fara í verkfall á midnátt.

Stutt fyri døgurða, klokkan trý korter til tólv, fekk Gerðarrætturin áheitan frá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum um at taka støðu til, hvørt fráboðaða verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er óheimilað stríðsstig.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið heldur ikki, at fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava rætt til at lýsa verkfall fyri teir limir, sum arbeiða hjá kommununum.

Og tá arbeiðarafeløgini halda fast við, at hesi starvsfólk fara í verkfall á midnátt í kvøld, valdi Kommunala arbeiðsgevarafelagið at leggja málið fyri Fasta gerðarrættin sum eitt skundmál. Tað vil siga, at gerðarrætturin skal taka støðu til tað beinanvegin.

 

Alfred Petersen er formaður í Fasta gerðarættinum.

 

Tveir tímar

Men tað gingu minni enn tveir tímar, so varð málið tikið aftur úr Gerðarrættinum.

Tað váttar Alfred Petersen, formaður fyri Fasta gerðarrættin. Málið varð afturkallað úr fasta gerðarrættinum stutt eftir døgurða, um hálvgum tvey tíðina seinnapartin.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur havt somu støðu sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið, nevniliga at fakfeløgini hava ikki rætt til at lýsa verkfall fyri sínar limir, sum arbeiða hjá landinum. 

Við Dimma.fo sunnudagin segði Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, at "fara fólk hjá landi ella kommunum í verkfall, verður hetta lagt fyri Fasta gerðarrættin sum skundmál."

Lønardeildin kom tó ongantíð so langt sum at leggja málið fyri Fasta gerðarættin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 8mf
210520
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 14-16
210519
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 6mf menn
210518
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 14-16
210517
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489