Menningarkvoturnar rigga ikki í praksis

bannari
Menningarkvoturnar rigga ikki í praksis
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, finst at Fiskimálaráðnum, nú feløg við menningarkvotum hava landað í Fuglafirði.
 
18.11.2018 - 16:20

- Tað eru so nógvar treytir við einstøku menningarkvotuni, at feløgini kunnu ikki halda treytina í praksis.

- Og menningarkvoturnar vóru útlutaðar alt ov seint.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, nú fýra feløg, sum hava fingið menningarkvotu, hava landað ein part av fiskinum hjá Pelagos í Fuglafirði - og ikki í teimum økjunum, sum kvoturnar eru latnar.

Ein megintreyt við menningarkvotuni er, at hon skal skapa virksemi í økinum, har hon er latin.

Sambandstingmaðurin peikar á, at trupulleikin er í lóggávuni og treytunum.

Og hann undrast eisini á, at umsitingin í Fiskimálaráðnum ikki er meira konsekvent.

- Ein lóggáva skal sjálvandi samsvara við tann praktiska veruleikan, sum flakavirkini liva í. Flakavirkini hava landað í Fuglafirði av neyð.

- Men samstundis, so eigur hetta at vera tað sama, sum við ferðslulógini. Sleppa tú ikki at koyra skjótari enn 80, so kanst tú ikki koyra 150. Eftir lógini eigur Fiskimálaráðið at taka alt aftur.

Og tað heldur tú, at Fiskimálaráðið skal gera í hesum føri?

- Eg veit ikki reiðiliga, uttan at virkini hava sagt sína søgu, hví tey hava landað í Fuglafirði. Er tað so, at fiskurin annars hevði farið til spillis, tí hann rætt og slætt ikki kann brúkast, so eru tað nøkur virði, sum standa upp á spæl.

- Og sum sagt, eg eri bangin fyri, at Fiskimálaráðið hevur bíðað so leingi við at útluta hesar menningarkvoturnar, at avleiðingin kann vera, at nógvur pelagiskur fiskur ikki verður fiskaður. Og tað kann vera eitt stórt bakkast fyri okkara búskap.

Eftirlitið riggar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiligu málini.

Men hann sigur, at hetta er eitt dømi um, at skipanin skal eftirkannast og fáast at virka.

- Men hetta er eisini eitt dømi um, at eftirlitið riggar, sum tað skal, sigur Høgni Hoydal.

Kaj Leo Holm Johannesen er ikki samdur við Høgna Hoydal.

- Eg segði tað við landsstýrismannin, áðrenn hann fór undir hetta eksperimentið. Eg segði við hann, 'vælsignaði, ansa nú eftir, at tit ikki seta virkinum treytir, sum eru ómøgulig at halda'.

- Hetta er ikki lætt at fáast við. Og eg veit eisini, at landsstýrismaðurin var sjálvur skeptiskur um hesar menningarkvoturnar. Hetta er somikið komplekst, at tað kann vera, at tað riggar í teoriini, men í praksis sær hetta absolut ikki út til at rigga.

- At siga, at hetta eru byrjanartrupulleikar er ein bílig umbering, tá tú býtir út kvotur við treytum, sum virkini ikki kunnu halda, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497