Returdysturin verður spældur uttanlands

Returdysturin verður spældur uttanlands
Returdysturin í Copa Liberta-dores-finaluni verður ikki spældur í Buenos Aires kortini
 
28.11.2018 - 10:50

Avgjørt er, at dysturin verður leiktur 8. ella 9. desember uttanfyri Argentina. Tað boðar suðuramerikanska fótbóltssambandið, Conmebol, frá.

Í gjár boðið Conmebol frá, at agamál verður reist móti fótbóltsfelagnum, River Plate, eftir at fjepparar hjá felagnum um vikuskiftið lupu á liðbussin hjá Boca Junior, áðrenn dysturin millum erkafíggindarnar skuldi spælast leygardagin.

Mánadagin beyð italski býurin Genova sær til at vera vertur fyri finaluni, men enn er ikki avgjørt, hvar finalan verður spæld. 

Fyrri dysturin endaði javnur, 2 - 2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213