Mæla frá at Norðoyatunnilin fyrireikar tunlar

Mæla frá at Norðoyatunnilin fyrireikar tunlar
Rættarnevndin hevur lagt fram álit í málinum um, at Norðoyatunnilin skal fyrireika tunlar norður um Fjall
 
29.11.2018 - 16:19

Samgonguflokkarnir og Sonja Jógvansdóttir í rættarnevndini taka ikki undir við uppskotinum frá tingfólki í andstøðuni, um at Norðoyatunnilin skal fyrireika verkætlanina at gera tunlar norður um Fjall, og mælir frá at samtykkja tað.

Meirilutin sigur, at tað er ikki skilagott at taka einstakar verkætlanir burtur úr samferðsluætlanini hjá Landsverki, sum longu eru raðfestar, og at fíggja tær við gjaldsvegum ella tunlum, sum tilvildarliga liggja nærindis.

Tað er eisini ein stór prinsipiell avgerð at leggja dýrar verkætlanir út um fíggjarlógina.

Landsgrannskoðanin hevur fleiri ferðir funnist at hesum leisti, tí íløgurnar hjá landskassanum vera ikki gjøgnumskygdar.

Meirilutin heldur, at skulu tunlar norður um Fjall framskundast, er neyðugt, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast.

Fyrireika og projektera

Andstøðulimirnir í rættarnevndini taka undir við uppskotinum, og mæla tinginum til at samtykkja tað.

Teir siga, at lógaruppskotið hevur einki við at gera, hvør fíggingarleistur verður brúktur, tá tunlarnir norður um Fjall verða gjørdir.

Tá úrslitið av fyrireikingini og forprojekteringini fyriliggur, er ætlanin at koma við endaligum uppskoti fyri tingið.

So stendur tað til løgtingið at gera av, hvat loysnin verður, bæði viðvíkjandi fígging og linjuføring, siga andstøðuumboðini í rættarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012