Lunov søga í KÍ

Lunov søga í KÍ
KÍ hevur sent venjaran, Haakan Lunov, til hús bert tríggjar mánaðir eftir, at hann varð settur at avloysa Megne Hoseth
Haakan Lunov fekk bert tríggjar mánaðir í heita KÍ-venjarasessinum
Mynd: KÍ  
 
25.04.2024 - 21:22

Úrslitini hava ikki verið nøktandi, og tí er Haakan Lunov uppsagdur.

Tað sigur KÍ, sum hevur sent venjaran hjá besta mansliðnum til hús bert tríggjar mánaðir eftir, at hann varð settur. Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er byrja, sigur felagið.

 - Tað er ongin loyna, at úrslitini hjá besta mansliðnum ikki hava verið nøktandi, og eftir úrslitið í fyrsta umfari í steypakappingini heldur nevndin tað vera neyðugt at taka stig til at venda gongdini, sum ikki samsvarar við málsetningin hjá felagnum, sigur KÍ.

KÍ setti Haakan Lunov í januar, og byrjanin hjá liðnum hevur ikki verið serliga góð. Liðið hevur tapt tvær ferðir í landskappingini, har Víkingur er seks stig frammanfyri KÍ, og í gjár sendi HB klaksvíkingar úr steypakappingini.

- Hetta samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, og tí er neyðugt at taka stig, sum kunnu venda keðiligu gongdini, staðfestir nevndin í felagnum.

Haakon Lunov sigur seg virða avgerðina hjá felagnum, men hann leggur dent á, at hann hevur gjørt alt, sum hann var mentur.

- Eg eri glaður fyri tíðina í KÍ, fyri spælararnar, starvsfólk, fólkið og Klaksvík, og eg trúgvi uppá, at um støðan í felagnum verður støðug, so vinnur liðið meistaraheitið 2024 – við ella uttan Haakon Lunov, sigur fráfarandi venjarin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576