Jólaaftan í KFUK

Jólaaftan í KFUK
Aftur í ár skipar KFUK fyri jólahaldi jólaaftan fyri fólk, ið eru einsamøll.
 
01.12.2018 - 15:04

Nú tað styttist til jóla boðar KFUK í Havn frá, at felagsskapurin aftur í ár fer at skipa fyri jólahaldi fyri tey, sum av einhvørjari orsøk eru einsamøll jólaaftan.

Tað var í 1993, at Jona Henriksen og Jóhannes Álvheygg á fyrsta sinni skipaðu fyri jólaaftanshaldi.

Í ár er húsið opið frá klokkan 16.30, og farið  verður til borðs klokkan 18.

Neyðugt er at tekna seg hjá KFUK til jólaaftans-haldið, og evsta mark at boða frá er 20. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985