Hótta P-vørðarnar í Havn

Hótta P-vørðarnar í Havn
Tórshavnar kommunu ætlar at seta ein P-vørð afturat. Málið er á skránni fyri býráðsfundin í annaðkvøld
Næsta vár koma 190 tíðaravmarkað bilpláss afturat í Havn, sigur býráðið.
 
12.12.2018 - 12:38

Óhøvisk fólk hótta parkeringarvørðarnar í Havn.

Teir hava tí brúk fyri í nógvum førum at vera tveir í fylgi. Men tað krevur so fleiri fólk. 

Og í annaðkvøld fer býráðið í Havn at taka støðu til eitt uppskot um at seta ein parkeringsvørð afturat.

Í dag eru tríggir parkeringsvørðar Tórshavnar kommunu, tveir fulla tíð og ein tríggjar fjórðingar. 

Tíðaravmarkaðu bilplássini eru vorðin 27 prosent fleiri seinastu fýra árini. 

P-ansingin í Havn gav góðar 300.000 kr. í avlopi í fjør.

Løgreglan, sum varðar av parkeringsvørðunum, sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at parkeringsvørðarnir eru so illa mannaðir, at teir eru hóttir, tí teir kunnu ikki vera tveir í fylgi til tyngjandi uppgávur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762