Tvær milliónir afturat til tunnilstoymið

Tvær milliónir afturat til tunnilstoymið
Tvær milliónir afturat skulu setast av á fíggjalógini til tunnilstoymið. Tað sigur meirlutin í fíggjarnevndini.
 
17.12.2018 - 09:12

Til tess at tryggja, at farast kann til verka so skjótt sum møguligt, er meirilutin samdur um at hækka játtanina til níggju milliónir krónur í 2019, tað vil siga við 2 milliónum krónum.

Eisini sigur meirilutin, at tríggjar milliónir verða settar av til viðlíkahald av tunlum og brúgvum.

Tvær milliónir verða settar av til at fyrireika tunnil úr Gøtudali til Skálabotn, fyri at leiða ferðsluna úr økinum norðan fyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin.

Løgtingið fer at hava aðru viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019 í dag. Uppskotið skal samtykkjast við triðju viðgerð, áðrenn løgtingið fer heim í jólafrí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672