Fjálturin breiðir seg til Japan

Fjálturin breiðir seg til Japan
Amerikanski partabrævamarknaðurin fór í gjár í jólafrí við stórum kursfalli, og í dag hevur fjálturin breitt seg til japanska partabrævamarknaðin
 
25.12.2018 - 18:17

Í keypsskálanum í Tokyo endaði Nikkei-indexið í dag á meira enn minus 5 prosent.

- Asiatisku marknaðirnir endurspegla tað, sum er hent í USA, og tað eru ógvusligar ábendingar. Fimm prosent í japanskum partabrøvum er ikki bara stórt fall, men eisini álvarsligt fall, sum hendir sjáldan, sigur Jacob Pedersen, greiningarstjóri hjá Sydbank við dr.

Ein vánaligan dag fellur indeksið vanliga 2-3 prosent, sigur hann, men hetta er tekin um veruligan ótta, sigur greiningarstjórin.

Framtíðarútlitini fyri vøkstri og á gáttini til handilskríggj millum USA og Kina eru nakrar av aðal-orsøkinum til, at stórt sveiggj er á fíggjarmarknaðunum í hesum døgum. 

Og fjálturin verður ikki minni av, at amerikanski fíggjarmálaráðarrin, Steven (Núchin) Mnuchin, í gjár boðaði frá, at hann hevði ringt til stjórarnar í seks teimum størstu peningastovnunum fyri at fáa váttan fyri, at gjaldførið hjá teimum er í lagi.

Jacob Pedersen, greiningarstjóri hjá Sydbank, sigur við dr, at hetta kann hava økt um ræðsluna hjá íleggjarum. 
- Tú kanst siga, at vit eru har, ið partabrævamarknaðurin stúrir fyri øllum smáum inntrivum, og tulkar alt, sum hendir í samfelagnum, negativt, - og Trump hevur eisini týdning her, sigur greiningarstjórin.
Donald Trump, forseti, fanst í gjár at amerikanska miðbankanum, sum sambært forsetanum er einasti trupulleiki, sum búskapurin hevur. Bankin dugir, sambært forsetan, ikki at avlesa marknaðin.
- Tá Trump fer eftir fer er ónøgdur við rentupolitikkin hjá bankanum, sum hann heldur er til skaða fyri amerikanska búskapin, so fær tað týdning fyri partabrævamarknaðin. 
Amerikanski keypsskálin er væl áveg móti ringasta desember mánaði síðani 1931.
Í gjár fall Dow Jones-indeksið nærum trý prosent, meðan S & P indeksið endaði á minus 2,7, og soleiðis fullu kursirnir eisini. 
Síðstu vikuna er Dow Jones index'ið fallið umleið sjey prosent, og tað er størsta fallið eftir fimm handilsdøgum síðani fíggjarkreppuna í 2008. 
Jacob Pedersen sigur, at útlitini fyri risa-vinningi í 2019 eru ikki góð, skrivar dr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863