Minstulønir og minstiforvinningur hækka

Minstulønir og minstiforvinningur hækka
Orsøkin til hækkingina er, at eftirlønargjald skal rindast av minstulønini til fiskimenn.
Mynd: savnsmynd  
 
30.12.2018 - 10:18

Frá 1. januar skal eftirlønargjald rindast av minstulønum til fiskimenn, og tað er ein orsøk til at minstulønir hækka við 50 krónum um dagin og minstiforvinningur hækkar 1000 krónur um mánaðin 1. januar í 2019.

Tað sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í Trygdargrunninum, sum umsitur minstulønir og minstaforvinning.

Stýrið í Trygdargrunninum hevur heitt á landsstýrismannin um at hækka útgjaldingarnar, so tær viga upp ímóti tí, sum frá 1. januar í 2019 fer av útgjaldinum til eftirløn.

Síðani 2011 hevur minstalønin hjá fiskimonnum og minstiforvinningurin til útróðrarmenn verið goldin úr Trygdargrunninum.

126 milliónir krónur standa í Trygdargrunninum, sum fær sínar inntøkur frá avreiðingargjaldinum hjá føroyskum fiskiskiførum.

Samlaðu inntøkurnar í grunninum vóru í 2018 góðar 16,2 milliónir krónur og góðar 11,3 milliónir vórður úgoldnar til minstulønir og minstaforvinning í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424